
Størsti timburhandil og byggibúð í Føroyum hevði eitt gott úrslit í 2024, tó at úrslitið hevur verið betri bæði í 2022 og 2023. Bæði bruttovinningur og ársúrslit eru fallin nakað síðstu tvey árini.
Um talan er um eina minni sølu vegna minkandi virksemið í samfelagnum í 2024, ella um nógv økti tilfarðsprísurin eftir koronuárini í 2020-22, nú møguliga er minkaður nakað aftur, og sæst aftur í eini minkandi nettosølu, sigur roknskapurin og ársfrágreiðingin hjá Bygma Balslev tó einki um.
P/F Bygma Balslev Timburhandil & Byggibúð heldur til við Vegin Langa í Hoyvík, umframt í Vági, har Bygma Balslev í 2022 keypti Vágs Timburhandil.
Raksturin
Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin í 2024 var 66,2 mió.kr., sum er 2,8 mio.kr. minni enn í 2023, og sum er ein minking á 4 prosent.
Úrslitið eftir skatt í 2024 var eitt avlop á 17,6 mió.kr., sum var 3,7 mió.kr. lægri enn í 2023. Hetta svararaði til eitt minni ársúrslit í 2024 á 17,5 prosent í mun til árið fyri.
Fíggjarstøða
Fíggjarjavnin hjá Bygma Balslev í 2024 var 189,9 mió.kr., sammett við 194,5 mió.kr. í 2024.
Størstu postarnir á ognarsíðuni í 2024 var støðisogn, bygningar og útgerð, sum var 84,9 mió.kr. Harnæst var vørugoymsla 51,7 mió.kr. og vøru og tænastu áogn var 42,1 mió.kr.
Bygma Balslev hevði í 2024 langfreistaða skuld upp á 23,3 mió.kr. og stuttfreistaða skuld upp á 28,2 mió.kr.
Eginpeningurin hjá Bygma Balslev við árslok 2024 var samanlagt 134,9 mió.kr. íroknað 15 mió.kr. í vinningsbýti.
Trygdarevni hjá Bygma Balslev var heili 71 prosent, sum vísir, at talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku.
Gjaldførið var eisini sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ognir í umferð í mun til stuttfreistaða skuld var 372 prosent í 2024 samanborið við 344 prosent í 2023.
Samanumtikið er talan um ein góðan roknskap hjá Bygma Balslev fyri 2024. Í leiðslufrágreiðingini stendur eisini at leiðslan er nøgd við úrslitið.
Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S.
Aðalfundurin hevði í uppskotið 15 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.
Bygma Balslev upplýsir í roknskapinum, at samlað starvsfólkatalið í 2024 er 79.
Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald