Í meira enn eina viku hava skógareldar herjað Kalifornia, og teir hava kravt í minsta lagi 79 mannalív og gjørt fleiri túsund heimleys.
Roykurin hevur eisini dálkað luftina so illa, at luftin í Kalifornia í løtuni er líka ring sum í teimum mest dálkaðu býunum í India og Kina, sum eru kendir fyri at vera heilsuskaðiligir.
Fríggjadagin vórðu Kalifornisku býirnir San Francisco, Stockton og Sacramento máldir at vera heimsins mest dálkaðu býir.
Í dag er ein kinesiskur býur tó aftur á 1. plássinum. Stockton er á 2. plássinum, meðan Sacramento er á einum 8. plássi, skrivar DR.
Í San Francisco hava børnini fingið frí úr skúlanum, og mælt verður til, at íbúgvar halda seg innandura. Noyðast fólk at fara útum, eigur mann at brúka andlitsmasku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald