Nývalda býráðið í Nes kommunu hevur longu skipað seg. Súni í Hjøllum, sum fekk eitt sera gott val við 339 persónligum atkvøðum, svarandi til 35,5 prosent av øllum atkvøðunum í kommununi, heldur fram sum borgarstjóri.
Nýggjur varaborgarstjóri verður næstvaldi býráðslimurin, Atli F. Johansen.
Hini, sum manna nývalda býráðið eru Rannvá í Túni Petersen, Elin á Torkilsheyggi, Henning Erhardsson Joensen, Høgni Hansen og Niels Jacob Nielsen.
Nevndarbýtið verður skipað soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Súni í Hjøllum, formmaður
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen
Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, formaður
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen
Mentanarnevnd:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, forkvinna
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen
Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, forkvinna
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Johansen
Formliga skipar býráðið í Nes kommunu seg á almennum fundi tann 21. november kl. 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald