
Tvær tær størstu kommunurnar í landinum hava báðar býráðsfundir í kvøld.
Tórshavnar býráð hevur fund klokkan 18 í kvøld, og á skránni eru 19 mál.
Klaksvíkar býráð hevur eisini fund í kvøld, og fundurin byrjar kl. 17.30. Fýra mál eru til viðgerðar, og skráin fyri fundin sæst her.
Regluligu fundirnir hjá Klaksvíkar býráði eru almennir, og teir kunnu stroymast beinleiðis á heimasíðuni www.klaksvik.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald