Uttanlands

Carlsberg steðgar við at pakka ølblikk í plast

Ølblikkini skulu frá nýggjárinum verða límað saman heldur enn at vera í plasti

(Mynd: Carlsberg)

(Mynd: Carlsberg)

2018-09-06 08:21 Author image
Oda Strøm
placeholder

Aftaná nýggjár verða ølblikk frá Carlsberg ikki longur pakkað inn í plast, men límað saman í staðin. 

Carlsberg hevur nevniliga brúkt trý ár uppá at menna eitt patenterað klebrievni, sum kann halda ølblikkini saman - við tí endamáli at gerast meira umhvørvisvinarlig. Tað sigur Simon Boas Hoffmeyer, sum er burðardygdarstjóri hjá Carlsberg.

- Tað fer at minka um brúkið av materiali og fer at minka um vandan fyri, at forbrúkarar tveita plast frá sær á skeivum stað. Samstundis fer tað eisini at minka um okkara veðurlagsávirkan.

Bæði framleiðsla og brenning av plasti ger CO2, sum ávirkar veðurlagið. Sambært Carlsberg fer nýggi mátin at klebra ølblikkini saman uppá at spara 150 tons plast um árið bara í Danmark.

- Á altjóða plan spara vit 1200 tons av plasti. Tað svarar til 60 milliónir plastposar, sigur Simon Boas Hoffmeyer.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder