Casey Affleck, sum í 2017 vann ein Oscar fyri bestu mannligu høvuðsrollu fyri sín leiklut í filmin “Manchester by the Sea”, biður nú um umbering fyri hvussu hann bar seg at, tá hann var við til at gera filmin “I’m Still Here” í 2009.
Casey Affleck kom í trupulleikar, tá hann varð fangaður í #metoo-bylgjuni, har fleiri mannfólk úr filmsheiminum vórðu lagdir undir at hava verið ósømiligir við kvinnur í filmsheiminum. Hetta førdi millum annað við sær, at Casey Affleck ikki fekk loyvi til at lata Oscar til bestu kvinnuligu høvuðsrollu í 2018, sum Frances Dormand fekk fyri sín leiklut í filminum “Three Billboards Outside Ebbing, Missouri”.
- Tað var eitt óprofessionelt umhvørvi, og eg sum ein av framleiðarunum eiti ábyrgdina, og tað eri eg noyddur at taka á meg. Eg ber meg at á ein hátt, og lat onnur bera seg at á ein hátt, sum var heilt óprofessionelt. Tað biði eg um umbering fyri, sigur Casey Affleck við AP.
Casey Affleck er aktuellur við filminum “The Old Man and the Gun”, har hann spælir saman við Robert Redford, sum hevur boða frá, at hetta varð hansara seinasti filmur sum sjónleikari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald