Seinastu mánaðirnar, hevur ein serligur bólkur arbeitt saman, við einum málið: kenda gøtan í Christiania í Danmark, "Pusher Street", skal niðurlukkast.
Í august mánaði, bleiv enn ein persónur dripin á Pusher Street, orsaka av bandakríggi, ið hevur verið ein stórur trupulleiki í Danmark í nógv ár. Gøtan er kend, fyri at hava básir, har hassj verður selt ólógligt. Tað eru ymiskir danskir bandar, ið stýra hesari søluni.
Íbúgvarnir í Christiania hava altíð víst mótvilja, tá tað hevur snúði seg um at samarbeiða við donsku myndugleikarnar. Men áhaldandi ófriðurin, og nógvu harðskapshendingarnar, hava gjørt, at Christianittar hava fingið nokk.
Mikudagin kunngjørdi Berlingske, at umboð frá býlinginum Christania, eins og umboð frá danska løgmálaráðnum, kommununi í Keypmannahavn, Københavns Politi, eldramálaráðið og Fonden Fristaden, hava sett seg saman, og gjørt eina plan fyri at stigvíst broyta vandamiklu umstøðunum í Christiania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald