Uttanlands

Cohen skal avhoyrast í Kongressini

Fyrrverandi sakførarin hjá Trump fær møguleika at forklára seg

2019-01-11 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tann 7. februar fær Michael Cohen, fyrrverandi sakførarin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, møguleika at forklára seg í Kongressini í USA.

Umboðsmannatingið hevur boðið Cohen at koma og forklára um sína tíð sum sakførari hjá Donald Trump. Cohen var í desember dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri millum annað at hava syrgt fyri at tvær kvinnur fingu pening fyri ikki at standa fram við upplýsingum, sum kundi skaða forsetavalið hjá Trump í 2016.

Cohen hevur sagt ja til innbjóðingina og skal alment vitna fyri eftirlits- og broytingarnevndini hjá Umboðsmannatinginum, skrivar TV2.

Michael Cohen sigur seg gleða seg til at sleppa at forklára júst hvat hendi í hansara tíð sum sakførari hjá Donald Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder