Innanlands

Dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu verða nú talgild

Talgilda skipanin, ið eftir ætlan letur upp í oktober, kemur í staðin fyri bíðilistaskipanina, ið Snarskivan hevur umsitið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-09-20 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Foreldur, sum skulu hava pláss til barnið á dagstovni í Tórshavnar kommunu, skulu framyvir brúka nýggja talgilda plássbókingarskipan. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimsíðu sína.

Talgilda skipanin kemur í staðin fyri gomlu bíðilistaskipanina, ið Snarskivan hevur umsitið. Samstundis eru gjørdar tillagingar í upptøkureglunum.

Nýggja skipanin sera løtt at brúka og tryggjar fult gjøgnumskygni. Skipanin veitir haraftrat umsitingini nógv betri yvirlit yvir tørvin á plássum fram í tíð.

Foreldur rita inn á skipanina við MínLykil og bóka síðani sjálvi pláss á dagstovni.

Váttan um pláss verður síðan send foreldrunum á MínBoks.

Treytin er tó, at barnið hevur føroyskt p-tal. Foreldur at børnum, ið ikki hava fingið føroyskt p-tal enn, kunnu fáa útflýggjað eitt sonevnt TK-tal frá Tórshavnar kommunu, og sum tey so kunnu brúka at bóka pláss við.

Er ávíst pláss, sum foreldur vilja hava, ikki tøkt, kunnu tey skráseta seg at fáa boð úr skipanini, um plássið gerst tøkt. Treyt fyri hesum er tó, at foreldur frammanundan hava bókað annað pláss til barnið.

Eisini eru aðrar broytingar gjørdar i upptøkureglunum. Ein broyting er, at tað nú verður frítt at flyta stovn í høvuðsstaðarøkinum. Í skipanini verður flyting og farloyvi at fara fram á sama hátt sum tá pláss verður bókað.

Í fyrsta umfari fer skipanin at fevna um tey umleið 1.800 vøggu- og barnagarðsstovuplássini. Seinni er ætlanin, at innskriving til fólkaskúla, frítíðarskúla og forskúla eisini fer fram um skipanina.

Eftir ætlan letur skipanin upp 2. oktober 2018, og verður at finna á heimasíðuni hjá kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder