Allir danir yvir 50 ár fáa í heyst bjóðað fjórða koppsetingarprikið móti koronavirus.
Tað upplýsti danska stjórnin á tíðindafundi í dag. Nýggja koppsetingarætlanin í Danmari fer at virka frá 1. oktober, men longu áðrenn 1. oktober hava búfólkini á róktarheimunum fingið tilboðið um fjórða prikið, skrivar Ritzau. Farið verður í gongd við tær koppsetingarnar longu í komandi viku.
Ein vøkstur í koronasmittuni í løtuni er orsøkin til, at danir longu nú hava sett eina nýggja koppsetingarætlan í verk.
- Vit hava eitt nýtt frábrigdi (BA5, -red.), sum spjaðist skjótt í Evropa og Danmark. Myndugleikarnir meta, at nýgga frábrigdið er meira smittandi enn tey, vit higartil hava kent. Tí fara vit í gongd nú, og tað er fyrst av øllum fyri at verja tey eldri og sárbæru, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, á tíðindafundinum, sum framvegis er í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald