Uttanlands

Danmark: Ætla at gera 100.000 koppsetingar í dag

Komandi mánaðirnar verður veitingin av koppingarevni til Danmark økt, og kannast skal, um regiónirnar eru klárar at taka ímóti meira koppingarevni

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-09 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

100.000 koppsetingar skulu gerast í Danmark í dag. Tað er ætlanin hjá donsku myndugleikunum.

Fyrst í hesum árinum boðaði danska heilsustýrið frá, at regiónirnar skuldu vera førar fyri at gera 100.000 koppsetingar um dagin, og hendan ætlanin skal nú standa sína roynd.

Danmark fer komandi vikurnar og mánaðirnar at fáa meira koppingarevni enn higartil, og tí verður kannað, um regiónirnar eru til reiðar at taka ímóti størri sendingum av koppingarevni.

26. februar vórðu uml. 35.000 koppsetingar gjørdar í Danmark, sum er tað mesta, danir hava koppsett í ein dag.

Higartil hevur Danmark gjørt 1,2 mió. koppsetingar, og 423.000 fólk eru liðugt koppsett (svarandi til 7,2 prosent av fólkatalinum), vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.

Fyrstu vikurnar í hesum mánaðinum fáa danir uml. 250.000 skamtar um vikuna. Í mai verður hetta talið væntandi økt upp í 400.000, í juni til 800.000, og 1,3 mió. í juli.

Hesi tølini eru tó íroknað skamtar frá AstraZeneca, sum í løtuni ikki verður brúkt í Danmark, skrivar Ritzau.

At Danmark fær meira koppingarevni enn vanligt hava vit eisini merkt í Føroyum. Sendingin við koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, sum kom til landið fyrradagin var tríggjar ferðir størri enn vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder