2018-07-20 14:04
Danmark hevur havt eitt óvanliga turt summar, við sera lítlum regni og fleiri hitametum. Síðani 1. mai hava fleiri enn 1000 ferðir verið eldur í náttúruni, og forboð er sett móti at brenna kring alt landið.
Turkurin fer eisini at halda fram, tí sambært DMI verður sól og summar komandi vikurnar, skrivar DR.
Ov góða veðrið sæst nú aftur í náttúruni. Á fylgisveinamyndum hjá Zoom Earth sæst, at stórir partar av Danmark hava skift lit frá grønum til brúnt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald