Uttanlands

Danmark hevur lægsta miðallivialdurin í Vesturevropa

Sambært serfrøðingum er orsøkin, at tey í Danmark gerast ov tíðliga sjúk

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-09 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðallivialdurin í Danmark er tann lægsti í Vesturevropa, vísir ein nýggj frágreiðing hjá OECD, sambært Politiken.

Í eitt nú Sveis og Spania er miðallivialdurin 83 ár, meðan miðallivialdurin í Danmark bert er 80,9 ár.

Í 1960 hevði Danmark 4. hægsta miðallivialdurin í heiminum, men síðan aldarskiftið hevur Danmark ligið niðast á listanum. Miðallivialdurin í Danmark er hækkaður seinastu árini, men ikki eins nógv og í øðrum londum.

Royking og alkohol eru millum orsøkirnar til, at Danmark liggur so langt aftanfyri siga serfrøðingar. At Danmark liggur niðast á listanum, tá tað kemur til miðallivialdur hevur einki við danska heilsuverkið at gera.

Síðan 1970 hava fleiri danir fingið álvarssamar sjúkur fyrr í lívinum enn fólk í øðrum evropeiskum londum.

"Skulu vit fáa miðallivialdurin upp, skulu færri gerast sjúk tíðliga í lívinum. Hendan trupulleikan kann heilsuverkið einki gera við, tí her er tað lívsstílur og livikor, sum tað snýr seg um. Royking er ein av høvuðsorsøkunum," sigur Kjeld Møller Pedersen, professari á Syddansk Universitet.

Sambært serfrøðingum spælir alkohol eisini ein stóran leiklut, tá tað kemur til fólk, ið gerast sjúk ov tíðliga.

Sambært nýggju tølunum hjá OECD, liggur Danmark sum nummar fýra á listanum yvir krabbameinstilburðir per 100.000 íbúgvar. Landið liggur bert aftanfyri eysturevropeisk lond.

Í Føroyum í árunum 2015/2016 var miðallivialdurin 79,9 ár hjá monnum og 84,7 ár hjá kvinnum, sostatt er føroyski miðallivialdurin 82,3 ár, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder