Uttanlands

Danmark letur koppingarevni til Ukraina

Ukraina fær 500.000 skamtar av koppingarevni hjá AstraZeneca, og ætlar Danmark at lata tríggjar milliónir skamtar til onnur lond, áðrenn árið er liðið

Ukraina fær 500.000 skamtar av koppingarevni hjá AstraZeneca (Savnsmynd)

Ukraina fær 500.000 skamtar av koppingarevni hjá AstraZeneca (Savnsmynd)

2021-06-13 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina fær 500.000 skamtar av koronukoppingarevni frá Danmark, upplýsa danska uttanríkismálaráðið og danska heilsumálaráðið fyri tíðindastovuni Ritzau.

Talan er um koppingarevni frá AstraZeneca, sum í vár varð tikið úr donsku koppsetingarætlanini.

Í mun til í øðrum evropeiskum londum er tað gingið rættiliga seint at koppseta í Ukraina. Í landinum búgva 48 mió. fólk, og tøl frá Johns Hopkins University vístu í gjár, at undir eitt hálvt prosent av fólkinum vóru liðugt koppsett. Í Danmark eru 25,2 prosent liðugt koppsett.

Áðrenn hetta árið er liðið, ætlar Danmark at lata tríggjar mió. skamtar av koppingarevni til onnur lond.

Danmark hevur longu latið koppingarevni til eitt nú Kenya og Týskland. Talan er um ávikavíst 358.000 og beint undir 60.000 skamtar.

Sambært danska heilsumálaráðnum verður hædd eisini tikin fyri danska tørvinum, eitt nú fyri nýggju skipanini, har danir, ið ynskja tað ,kunnu velja at verða koppsettir við koppingarevninum hjá AstraZeneca ella Johnson & Johnson, sum ikki eru partur av donsku koppsetingarætlanini.

Lagt verður tó afturat, at tað er umráðandi, at Danmark ikki fær óneyðuga stórar goymslur av hesum koppingarevnunum, so skamtar ganga út og verða óbrúkiligir.

Uttanríkismálaráðið upplýsir, at hugt verður at fleiri londum, sum kunnu hava tørv á koppingarevni úr Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder