Uttanlands

Danmark: Maðurin lat lív eftir óhapp við teltnagla

Maðurin varð raktur í hálsin av naglinum

Mynd: TV2 Midtvest

Mynd: TV2 Midtvest

2018-08-13 13:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein 61 ára gamal dani lat í dag lív, eftir at hann fríggjadagin varð raktur í hálsin av einum teltnagla. Maðurin varð raktur av naglanum, tá ógvusligar hvirlur gjørdi um seg, meðan hann royndi at tryggja sær telti hann búði í við eitt motorsúkklutreff í Thy.

- Alt bendir á, at naglin er rivin upp úr jørðini orsaka av nógva vindinum. Tá nagli kemur úr jørðini, fer hann sendandi gjøgnum luftina og rakar tíverri mannin í hálsin, segði vaktarleiðarin hjá donsku løgregluni fríggjadagin.

Maðurin varð flogin á sjúkrahús í Aalborg, men hansara lív stóð ikki at bjarga og hann lat lív í morgun, skrivar TV2 Midvest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder