Uttanlands

Danmark: Nú verður koppsett við Johnson & Johnson

Nú kunnu danir sjálvbodnir lata seg koppseta við evnunum frá AstraZeneca og Johnson & Johnson, sum vórðu vrakað av donsku myndugleikunum – Fyrstu koppsetingarnar eftir nýggju skipanini vórðu gjørdar í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-23 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vórðu fyrstu danirnir koppsettir við koronukoppingarevninum hjá heilivágsfyritøkuni Johnson & Johnson, sum varð tikið úr donsku koppsetingarætlanini.

Hóast koppingarevnini hjá AstraZeneca og Johnson & Johnson vórðu tikin úr koppseingarætlanini orsakað av fráboðanum um ógvuslig hjáárin, varð fyrr í hesum mánaðinum givið grønt ljós fyri, at danir sjálvbodnir kunnu lata seg koppseta við hesum koppingarevnum.

Tað var Mikael Hoier, stjóri í donsku fyritøkuni Lowenco, sum varð fyrstur at verða koppsettur undir nýggju skipanini. Hann og 20 av starvsfólkum hansara vórðu koppsett fyrrupartin í dag. Tey ynsktu at lata seg koppseta, tíð at tey skulu til India, har koronasmittan ger nógv um seg í løtuni, at seta nakrar frystiskipanir upp á einum koppsetingarvirki.

Jonas Nilsen, lækni og stovnari av fyritøkuni Practico, sum hevur átikið sær arbeiði at koppseta danir eftir nýggju skipanini, greiðir frá, at øll starvsfólkini fingu grønt ljós til at verða koppsett eftir, at teir høvdu verið til samrøði við lækna leygardagin.

Sambært Ritzau vórðu koppsetingarnar gjørdar á einum apoteki í Keypmannahavn, men frá mánadegnum verður kopsett á koppsetingarstaðnum hjá Practico í Keypmannahavn, har 5.000 fólk kunnu koppsetast um dagin. Fyritøkan fer eisini at hava koppsetingarstøðir í Roskilde, Odense, Aarhus, og Aalborg komandi tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder