placeholder
Uttanlands

Danmark vrakar AstraZeneca

AstraZeneca hevur ikki verið brúkt í Danmark síðan 11. mars, og nú hava landsins heilsumyndugleikar valt at taka hetta koppingarevnið úr donsku koppsetingarætlanini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-14 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koppingarevnið hjá AstraZeneca hevur ikki verið brúkt í Danmark síðan 11. mars, orsakað av blóðtøppunum, sum eru staðfestir hjá fólki, sum eru koppsett við hesum koppingarevninum, og nú er líkt til, at myndugleikarnir í Danmark hava droppað AstraZeneca fullkomiliga.

Sambært fleiri donskum miðlum verður koppingarevnið hjá AstraZeneca ikki longur partur av donsku koppsetingarætlanini. Landið hevur annars frammanundan keypt 2,4 mió. skamtar frá AstraZeneca.

Tíðindafundur verður seinnapartin klokkan 13 føroyska tíð, har danska heilsustýrið og heilivágsstýrið luttekur.

Evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) hevur annars mælt til, at hildið verður fram at brúka AstraZeneca. Grundgevingin er, at tað er tryggari at koppseta enn at lata vera. Stovnurin hevur ásannað, at samband er millum koppsetingina og blóðtøpparnar, men at talan tó er um sjáldsom hjáárin.

Fyri at binda um heilan fingur, hava heilsumyndugleikarnir í Danmark tó valt at gevast við at brúka AstraZeneca fullkomiliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder