Mentan

Dansibandsgudstænastan í Vágs Høll stroymd á netinum

Gudstænastan verður í Vágs Gøll klokkan 14, og verður tað Uni Næs, dómpróstur, sum prædikar

Tað verður Uni Næs, dómpróstur, sum fer at prædika á Dansibandsgudstænastuni

Tað verður Uni Næs, dómpróstur, sum fer at prædika á Dansibandsgudstænastuni

2021-05-01 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum partur av skránni á Dansibandsfestivalinum verður Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll í dag klokkan 14.

Í ár verður tað Uni Næs, dómpróstur, sum verður prestur á Dansibandsgudstænastuni, og harumframt fer Magni Christiansen at framføra. Klokkari verður Mikkjal á Løðhamri, og Elin Jacobsen verður degnur.

Sálmarnir, sum verða sungnir, eru ”Boðar tú til allar tjóðir”, og ”Tíðin rennur sum streymur í á”.

Sum nakað nýtt, ber til at stroyma gudstænastuna á netinum í ár. Hetta verður umvegis YouTube-rásina "Vágur, Faroe Islands", skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Leinkja til stroymingina verður eisini lagdar út á heimasíðuna hjá Dansibandsfestivalinum, og á Facebook-síðuna hjá Dansibandsfestivalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder