Donsku myndugleikarnir kunngjørdu seinnapartin, at ein avtala nú verður við
USA um tættari verjusamstarv.
Hendan avtalan fer millum annað at hava við sær, at amerikanskir hermenn kunnu koma til Danmarkar, og at amerikansk hernaðarútgerð kann setast upp á danskari jørð - tó ikki atomvápn.
Talan er um eina umráðandi og neyðuga avtalu, segði forsætisráðfrúan. Mette Frederiksen sló tó fast, at hetta ikki hevur nakað við spentu støðuna millum Russland og Ukreina at gera - hendan avtlan hevur verið leingi á veg, segði uttanríkisráðharrin.
Tað er tó Russland, ið hóttir friðin í Evropa, segði Jeppe Kofoed, og Edmund Joensen nevnir eisini hetta í skrivi, ið fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum sendi út stutt eftir kunngerðina:
- Sæð í ljósinum av teimum spenningum, ið eru úti í heimi, við øktari russiskari aggresión, er hendan avtalan eftir míni sannføring neyðug.
Edmund Joensen slær eisini fast, at danska stjórnin hevur gjørt púra greitt, at hendan avtalan einans skal umfata Danmark og ikki Føroyar og Grønland.
- Forsætisráðharrin hevur verið í tøttum dialogi, umvegis samstarvsráðið, við Føroyar og Grønland um komandi avtaluna. Tað er gleðiligt at síggja, at samstarvsráðið, ið varð sett á stovn seinasta ár, er tikið í nýtslu, og at Føroyar og Grønland verða tikin við í uttanríkis- og verjupolitiskum málum í ríkinum, skirvar fólkatingsmaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald