Innanlands

Danska sendifólkaliðið kunnað um Føroyar

100 donsk sendifólk hava í kvøld verið til móttøku á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og , Vivian Motzfeldt, grønlendskur uttanríkisráðharri

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og , Vivian Motzfeldt, grønlendskur uttanríkisráðharri

2018-08-22 12:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

100 donsk sendifólk vórðu í gjárkvøldið kunnaði um Føroyar, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og , Vivian Motzfeldt, grønlendskur uttanríkisráðharri, bjóðaðu til móttøku á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Poul Michelsen og Vivian Motzfeldt vóru samvertir fyri móttøkuni. Endamálið var at kunna donsku sendifólkini um, hvat rørir seg í føroyska og grønlendska samfelagnum, í politiska landslagnum og á vinnuliga økinum, skrivar Framsókn á Facebookvanga sínum.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, kunnaði um føroysku alivinnuna, sum stendur fyri helvtini av samlaða útflutninginum úr Føroyum. Hann kom millum annað inn á dygdina á føroyskum laksi, sum er eftirspurdur um allan heim.

”At donsku sendifólkini eru væl kunnað um Føroyar, eru avgerandi fyri felags fatanina um, at har vit ikki hava sendistovur, eru tørvur á góðum samstarvi við Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri millum annað at vinna Føroyum kappingarførar treytir í teimum londum, har vit ikki sjálvi ikki eru umboðað,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Fyrr í dag hitti landstýrismaðurin eisini danska uttanríkisráðharran Anders Samuelsen. Teir umrøddu millum annað tørvin á at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa víðari uttanríkispolitiskar heimildir og Poul Michelsen greiddi eisini frá tørvinum hjá Føroyar at fáa betri inn í trygdar- og verjupolitisk viðurskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder