Uttanlands

Danski staturin keypt seg inn í flogvøllirnar í Nuuk og Ilulissat

Hetta kostar danska statinum 1,6 milliard krónur

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri (Mynd: Sermitsiaq)

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri (Mynd: Sermitsiaq)

2018-09-11 09:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski staturin hevur keypt seg inn í flogvøllirnar í Nuuk og Ilulissat í Grønlandi fyri 1,6 milliard krónur. Staturin rindar 700 milliónir krónur beinleiðis í flogvøllirnar, og hetta tryggjar statinum 33,3% í flogvøllunum.

Danski staturin leggur eisini eitt garanti fyri lán á 450 milliónir í Nordisk Investeringsbank, sum tryggjar eina lægri rentu á láninum enn Grønland hevði megnað at fingið, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Harumframt lænir danski staturin grønlendska sjálvstýrinum eitt lán á 450 milliónir fyri lága rentu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder