Uttanlands

Danskur banki 155 milliónir í bót fyri hvítvask

Bankin varð tó frídømdur í teimum flestu av ákærunum. Upprunaliga var sektarkravið 6,6 milliardir krónur.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-11-09 13:28 Author image
Ingi Samuelsen

Danski bankin, Nordea, var í dag dømdur eina sekt á 155 milliónur krónur í býarrættinum í Keypmannahavn í einum máli um hvítvask.

Ein samdur dómsmansrættur dømdi bankan sekan í nøkrum av ákærunum, sum vórðu reistar móti bankanum. Men í flestu av ákærunum varð bankin frídømdur.

Málið snýr seg um illgrunasamar peningaflytingar fyri tilsamans 26 milliardir krónur, sum fóru ígjøgnum bankan í árunum 2012 til 2015.

155 milliónir krónur er munandi minni enn uppruna uppskotið til revsing, sum ákæruvaldið kom við. Tað ljóðaði upp á 6,6 milliardir krónur.

Ikki nóg gott eftirlit við eysturevropeiskum kundum

Sambært ákæruvaldinum hevði bankin ikki nóg gott eftirlit við 25 kundum úr eysturevropeiskum londum, sum framdu uppp móti 18.000 pengaflytingar fyri umleið 25. milliardir.

Rætturin metti tó ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at bankin hevði brotið táverandi lóggávuna um hvítvasking.

Hinvegin varð Nordea bankin dømdur fyri ikki at hava havt nøktandi eftirlit við ávísum viðurskiftum og fyri ikki at hava kannað meira enn 200.000 ávaringar um møguliga hvítvasking nóg væl.

Søguligur dómur

Dómurin er søguligur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein danskur dómstólur tekur støðu til ásetingarnar í lóggávuni um hvítvasking.

Aðrir bankar hava áður verið ákærdir fyri líknandi brot, men hesi málini eru endað við semjum millum bankarnar og myndugleikarnar.

Nordea hevur alla tíðina noktað seg sekan og víst á, at hóast eftirlitið kundi verið betri fyri tíggju árum síðani, so merkir tað ikki, at bankin hevur gjørt nakað revsivert.

10 ára gamalt mál

Málið byrjaði í 2016, tá danska fíggjareftirlitið meldaði Nordea til løgregluna fyri at hava staðfest álvarsligar manglar í eftirlitinum við peningaflytingum.

Síðani hevur málið verið eftirkannað í nærum tíggju ár.

Rætturin hevur eisini lagt dent á drúgvu málsviðgerðina, tá støddin á bótini varð ásett. Serliga varð víst á, at løgreglan og ákæruvaldið ikki høvdu greitt nøktandi frá tíðarskeiðinum, har lítil og eingin framgongd var í málinum.

Nordea upplýsir, at bankin longu hevur sett meira enn 700 milliónir krónur av til møguliga bót.

Bankin fer nú at kanna dómin nærri, áðrenn støða verður tikin til, um hann skal kærast til hægri rætt.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder