Maðurin, sum verður hildin at standa aftanfyri skotálopið í pólska býnum Kraków leygardagin er deyður á sjúkrahúsinum, upplýsti pólska løgreglan tíðliga í morgun.
Seks fólk lótu lív í skotálopinum - fýra pólskir ríkisborgarar, ein bretskur ríkisborgari, og ein eysturríkskur ríkisborgari.
Umframt tey, sum lótu lív, vórðu 15 onnur fólk særd undir álopinum, harímillum tvey løgreglufólk.
Maðurin, sum verður hildin at standa aftanfyri álopið, varð skotin av løgregluni, tá hann royndi at rýma av staðnum. Hann varð fluttur á sjúkrahús, har hann andaðist í morgun.
Løgreglan hevur áður upplýst, at talan er um ein 24 ára gamlan pólskan mann, sum var einsamallur um álopið.
Sambært pólska innanríkismálaráðharranum, Marcin Kierwiński, var hann hugtikin av tí høgraviðgongda. Hetta verður nú kannað nærri.
Álopið, sum varð framt á Rynek Główny-torginum í gamla býarpartinum í Kraków, sum verður nógv vitjað av ferðafólki, verður kannað sum yvirgangur. Tað upplýsti pólski ákærumyndugleikin sunnudagin.
Umframt tey, sum vórðu dripin á torginum, vórðu trý deyð fólk eisini funnin á bústaðnum hjá drápsmanninum. Talan er, sambært pólsku løgregluni, um foreldrini og systrina hjá manninum. Maðurin hevur ikki verið revsaður áður.
Landasorg er lýst í Póllandi í tveir dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald