2018-07-25 09:38
Demi Lovato var í gjár innløgd á sjúkrahúsi eftir yvirdosis av rúsevni. Fyrrverandi Disney-stjørnan er við vit aftur.
- Demi Lovato er vakin og saman við familju síni. Nakrað av tí, sum verður sagt um hendingina er skeivt og tey biðja um at fáa frið meðan hon kemur fyri seg, segði umboðsmaður hjá Lovato.
Hendingin fór fram bert vikur eftir at Lovato, sum fyrr hevur havt rúsevnistrupulleikar, viðgekk at hon aftur hevði tikið rúsevni. 25 ára gamli sangarin fortaldi hetta í sanginum “Sober”, sum var útgivin í síðsta mánað, skrivar CNN.
Demi Lovato hevði annars ikki tikið rúsevni seinastu seks árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald