Innanlands

Demokratia hevur sín fyrsta valfund í kvøld

Tann fyrsti av trimum undan valinum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 19.

Mentanarhúsið í Fuglafirði er í kvøld karmur um valfund hjá Demokratia

Mentanarhúsið í Fuglafirði er í kvøld karmur um valfund hjá Demokratia

2019-08-14 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum valkvøldum kring landið. Á hesum valkvøldum verður eitt evni á skrá hvørjaferð.

Demokratia boðar frá, at fyrsta valkvøldið verður í kvøld, 14. august, kl. 19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Evnið á hesum kvøldinum er vinnupolitikkur, har panelið m.a. fer at koma inn á fiskivinnu, ferðavinnu og burðardygd.

Orðstýrari er Liljan Weihe.

Valevnini til kjakið í Fuglafirði eru hesi:
Ingvør Justinussen (A)
Edva Jacobsen (B)
Marita Klein Joensen (C)
Bjørt Samuelsen (E)
Hanna Jensen (F)
Bjarta Petersen (H)

Hetta er næstan samstundis sum valfundurin hjá Kringvarpinum á Giljanesi - hann byrjar klokkan 19.30

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder