Uttanlands

Demokratiska Elizabeth Warren stillar upp til amerikanska forsetavalið

Elizabeth Warren er til reiðar at bjóða Donald Trump av í 2020

Elizabeth Warren (Mynd: EPA)

Elizabeth Warren (Mynd: EPA)

2018-12-31 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Demokratiski senatorin Elizabeth Warren verður ein teirra, sum fer at bjóða Donald Trump av til næsta forsetavalið í 2020.

Elizabeth Warren er 69 ár, og er kendasta valevnið, sum higartil hevur stillað upp.

Hon er m.a. kend fyri at koma við nógvum atfinningum móti Trump, bæði undir valstríðnum í 2016 og aftaná.

Elizabeth Warren hevur m.a. rópt Trump "ein lítil, ótryggur kraddari, ið er stýrdur av grammleika og hati".

Um Elizabeth Warren hevur amerikanski forsetin m.a. sagt, at hon er ein klovnur, og eisini hevur hann ákært hana fyri at lúgva um, at hon er ættað frá upprunafólkinum í USA, og hevur hann eisini fleiri ferðir kallað hana "Pocahontas".

Sambært DR, væntar mann at fleiri demokratiskir senatorar fara at bjóða seg fram sum forsetavalevni komandi dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder