Uttanlands

Demokratur í formanssessin í Umboðsmannatingið

Nancy Pelosi er einasta kvinna, ið hevur sitið sum tingformaður í USA – nú er hon ein av fáum, ið roynir tað á øðrum sinni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-04 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

78 ára gamla Nancy Pelosi er ein av heilt fáum politikarunum í søgu USA, sum er vald í eitt valdsmikið embæti fyri aðru ferð. Demokraturin var í gjárkvøldið vald til nýggjan formann í Umboðsmannatinginum í Washington.

Valið markerar eisini eitt skifti í amerikanskum politikki eftir at demokratarnir vunnu miðskeiðisvalið í november.

Nancy Pelosi segði í setanarrøðu síni, at Demokratarnir longu á fyrsta arbeiðsdegi fóru at leggja fram uppskot, sum skal seta gongd á aftur amerikansku statsfyrisitingina, sum hevur ligið lamin seinastu tíðina.

Tað er tó óvist, um uppskotið kemur víðari til hitt kamarið í Kongressini, Senatið, har Republikanararnir framvegis hava meirilutan.

Tað er eisini óvist, um Donald Trump, forseti í so fall fer at skriva undir eitt lógaruppskot uttan tær fimm milliardir dollararnir til múrin, ið skal byggjast á markinum til Meksiko.

Tað kom ikki óvart á, at Pelosi varð vald í valdsmikla embætið sum tingformaður eftir at Demokratarnir vunnu 40 av tingsessunum hjá republikanarunum á miðskeiðisvalinum í november.

Demokratarnir hava nú 235 av sessunum í Umboðsmannatinginum, meðan Republikanararnir nú hava 199 sessir.

Republikanararnir skutu Kevin McCarthy upp sum formansvalevni. Hann fekk 192 atkvøður móti 220 til Pelosi.

Pelosi er einasta kvinna, sum hevur sitið í formanssessinum. Fyrstu ferð var frá 2007 til 2011, og síðan tá hevur hon verið leiðari fyri demokratiska minnilutan.

Nú er hon ein av ógvuliga fáum politikarum í USA, sum hava megnað at vera afturvald í hetta valdsmikla embætið.

Hon varð vald í eitt tvey ára tíðarskeið. 78 ára gamla Pelosi hevur boðað frá, at hon ikki hevur ætlanir um at sita í meira enn fýra ár, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder