Uttanlands

Deyðstalið eftir flóðaldu í Indonesia er nú meiri 420

Myndugleikar leita døgnið runt eftir fólki

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-12-25 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Talið av fólki, sum eru deyð eftir at ein flóðalda rakti Indonesia leygardagin, er nú 429.

Myndugleikarnir arbeiða døgnið runt at finna fólk, sum eru horvin eftir at ógvuslig flóðalda rakti tær báðar stóru oyggjarnar Sumatra og Java.

Umframt hesi 429 fólkini, hava 1400 fólk fingið skaða, og 128 fólk eru enn ikki funnin.

Altjóða hjálparfelagsskapurin Unicef sigur, at fleiri hunrdað tals av børnum nú eisini eru rakt av fepur. Fleiri hjálparfelagsskapir ávara eisini um, at bæði heilivágur og reint drekkivatn gongur skjótt undan í evakueringsmiðstøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder