Uttanlands

Deyðsvanlukka til HM í Suðurkorea

Føroysku svimjararnir vóru ikki til staðar, tá tveir mans doyðu og fleiri luttakarar til HM í svimjing og vatnpolo komu til skaða í einum náttklubba í Gwangju

Tað var her, at hendingin fór fram í nátt lokala tíð - Mynd: Scanpix

Tað var her, at hendingin fór fram í nátt lokala tíð - Mynd: Scanpix

2019-07-27 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanlukkan hendi 02.29 lokala tíð í náttklubbanum Coyote Ugly nærhendis "Athletes Village" í Gwangju. Tíðindastovur skriva, at tveir persónar eru deyðir, og at talan er um suðurkoreanskar menn; ein 38-ára gamlan og ein 27-ára gamlan. Tað er ikki greitt, um talan er um íðkarar til HM í svimjing og vatnpolo, sum er í býnum í løtuni, men umframt teir,ið syrgiliga mistu sítt lív, komu fleiri onnur til skaða. 

Tað var ein altan inni á náttklubbanum, sum fall saman. Tey, ið stóðu á henni, duttu fimm metrar niður, og niður á fólk ið stóðu undir. Teir báðir suðurkoreansku menninir komu skjótt á sjúkrahús, men doyðu av teirra løstum har.

Suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap skrivar hetta, og sambært henni siga teir lokalu mynduleikarnir, at tey flestu av teimum løstaðu eru vatnpololeikarar úr ymskum londum, sum er í býnum til HM. AP tíðindastovan skrivar, at tveir av teimum løstaðu eru amerikanskir svimjarar, ið vóru úti og tóku sær av løttum og fegnaðust saman við kvinnum úr USA, ið høvdu vunnið gull. Tíggju fólk ella fleiri eru løstaði av tilburðinum - tó er eingin av hesum í lívsvanda.

Teir tríggir føroysku svimjararnir, Sighnild Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm búgva í "Athletes Village". Tey vóru ikki til staðar, tá hendingin fór fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder