Innanlands

Deyður hundur skolaði upp á Leynasand

Ótespilig sjón møtti Jan Faulkner Mouritsen, tá hann fór á Leynasand í gjár

2018-08-29 15:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein heldur ótespilig sjón var at síggja á Leynasandi í gjár, har ein druknaður hundur skolaði upp á land.

Jan Faulkner Mouritsen skrivaði á Facebook í gjár, at hann sá okkurt flóta á sjónum, og at hann helt eyga við hesum inntil tað kom á land. Komin oman á sandin sá hann, at hetta var ein hundur.

- Hesin er akkurát skolaður upp á Leynasandi. Syrgilig sjón, skrivar Jan Faulkner Mouritsen.

Jan skrivar, at hann boðaði løgregluni frá hesum.

Viðmerkingarnar eru nógvar, har fleiri ilskast inn á hetta. Fleiri skriva við tað sama, at hetta er djórapínsla av ringasta slag, meðan onnur siga, at ikki er til at vita, um hundurin er blakaður á sjógv ella er dottin omanav.

Á myndunum, sum Jan Faulkner Mouritsen hevur lagt á Facebook kundi líkst, at hundurin hevur eitt brot á skallanum. Jan skrivar, at tað sær út sum um at hundurin er skotin og so blakaður á sjógv, men at tað sjálvandi ikki ber til at siga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder