Uttanlands

Dómari avvísir sakarmál móti Weinstein

Dómarin hevur avvíst sakarmálið hjá kendu sjónleikarinnuni Ashley Judd

Harvey Weinstein

Harvey Weinstein

2019-01-10 22:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein dómari í Los Angeles hevur avvíst sakarmálið hjá kendu sjónleikarinnui Ashley Judd móti filmsframleiðaranum Harvey Weinstein um at hann var ov nærgangandi móti henni.

Hóast Philip Guiterrez, dómari, hevur avvíst sakarmálið, sigur hann, at Judd kann fara víðari í rættarskipanini við sínum ákærum um, at Harvey Weinstein hevur framt ærumeiðing og roynt at oyðileggja hennara yrkisleið.

Dómairn sigur, at hann ikki hevur tikið atlit til, um Weinstein var ov nærgangandi móti Judd á einum kynsligan hátti.

50 ára gamla Ashley Judd sigur, at hon Weinstein var kynsliga nærgangandi undir einum fundi á einum hotelkamari í 1997. Eftir hetta royndi Weinstein at oyðileggja hennara yrkisleið, sigur Ashley Judd, eitt nú við at tosa ringt um hana frammanfyri kenda filmsframleiðaranum Peter Jackson, sum gjørdi filmarnar “The Lord of the Rings” um tað mundi. Peter Jackson váttaði í 2017, at Weinstin tosaði ringt um fleiri av teimum sjónleikarinnunum, sum seinni ákærdu hann fyri ópassandi atburð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder