Uttanlands

Dómari: Obamacare stríðir ímóti grundlógini

Heilsureformurin hjá Obama hevur verið fyri hægstarætti tvær ferðir

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-15 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein dómari í amerikanska statinum Texas hevur avgjørt, at heilsureformurin hjá fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, er í stríð við amerikansku grundlógina.

Tað skrivar DR.

Obamacare, sum heilsureformurin verður nevndur millum manna, varð samtykt í 2010, og hevur verið fyri hægstarætti tvær ferðir, og báðar ferðirnar hevur meirilutin avvíst, at Obamacare skuldi stríða ímóti grundlógini.

Sambært lógini hava borgarar í USA skyldu til at tekna sær eina sjúkratrygging, men í fjør varð revsingin fyri ikki at gera hetta, strikað.

Hetta merkir sambært Reed O'Connor, dómara í Texas, at lógin stríðir ímóti grundlógini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder