47 ára gamli drápsmaðurin, Peter Madsen, ið varð dømdur lívlanga fongsulsrevsing, valdi at kæra dómin til Østre Landsret.
Endaligi dómurin í kærumálinum skuldi sigast í dag, men rættarmálið varð brádliga avbrotið. Ein av dómsmonnunum gjørdist illa fyri.
"Vit noyðast at hava ein steðg," segði rættarformaðurin brádliga.
Undir liðini á honum sat ein av dómsmonnunum samansokkin í stólinum og gráur í andliti.
Fyrst var púra friðarligt í rættarsalinum, men so reistu fólk seg upp at hjálpa.
Eitt tíðindafólk og tvey løgreglufólk hjálptust at at veita 60 ára gamla dómsmanninum fyrstuhjálp. Jens Møller, leiðari fyri drápsdeildina, og pápi Kim Wall skundaðu sær eisini at koma dómsmanninum til hjálpar.
Onkur fór eftir einum hjartastartara, men honum fingu tey ikki brúk fyri. 60 ára gamli dómsmaðurin vaknaði og var førur fyri at upplýsa navn og CPR-nummar.
Tvey løgreglufólk leiddu Peter Madsen úr rættarsalinum. Mongu tíðindafólkini, ið vóru møtt upp at fylgja rættarmálinum, vórðu biðin um at fara, og stutt eftir kom ein sjúkrabilur eftir dómsmanninum.
Østre Landsrætt boðar frá, sambært B.T., at maðurin ikki er í lívsvanda.
Rættarmálið er nú útsett, og enn er ikki greitt, nær málið verður tikið upp aftur. Peter Madsen noyðist sostatt at bíða eitt sindur longur eftir endaliga dóminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald