Innanlands

Dómurin á eitt árs fongsul stendur

24 ára gamli maðurin, sum í Føroya rætti fekk dóm fyri neyðtøku, harðskap og fyri at bróta tilhald, kærir ikki dómin

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-25 09:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein 24 ára gamal maður skal inn at sita í eitt ár fyri neyðtøku, harðskap og fyri at bróta tilhald. Hetta er greitt eftir at avgerð er tikin um ikki at skjóta dómin inn fyri Eystara landsrætt.

Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í einum kliva á Norrønu í februar 2017. Eisini er maðurin dømdur fyri harðskap móti aðrari kvinnu í eini íbúð í Havn í mars í fjør, skrivar Kringvarpið.

Maðurin varð fríkendur fyri skuldsetingum um at hann hevði neyðtikið hesa somu kvinnu. Tó fekk hann dóm fyri at hava brotið tilhaldið hann fekk fyri at seta seg í samband við kvinnuna. Hann varð dømdur fyri at hava sent henni tvær vinarumbønir á snapchat.

Maðurin varð dømdur at rinda kvinnuni hann neyðtók 42.000 kr. í endurgjaldi fyri tort og sviða og fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder