Uttanlands

Drápið í Marokko: Kæran hjá drápsmonnunum avvíst

Fýra menn fingu fyri tveimum árum síðani deyðadóm fyri at hava dripið donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland, og nú er greitt, at revsingin ikki verður broytt

Louisa Vesterager Jespersen og Maren Ueland

Louisa Vesterager Jespersen og Maren Ueland

2021-04-25 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teir fýra menninir, sum eru dømdir fyri drápið á donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland í Marokko í desember 2018, fingu deyðadómin í rættinum árið eftir.

Dómurin varð fyrst sagdur í juli 2019, har tríggir av monnunum fingu deyðadómin, og síðani staðfesti ein kærudómsstólur deyðadómin í oktober sama árið, har revsingin hjá fjórða manninum eisini varð broytt frá einum lívlangum fongsulsdómi til deyðadóm.

Menninir, sum allir stuðlaðu IS, kærdu síðani dómin, men kæran er nú vorðin avvíst, skrivar Ritzau.

Tilsamans eru 24 menn dømdir í málinum, hinir 20 hava fingið millum fimm og 30 ára fongsulsrevsing fyri drápið.

28 ára gamla Maren Ueland og 24 ára gamla Louisa Vesterager Jespersen vóru farnar ein túr í Atlasfjøllini, tá tær vórðu álopnar. Tær vórðu dripnar við knívi og síðani hálshøgdar. Drápið varð tikið upp á video og deilt á netinum.

Hóast teir fýra menninir hava fingið deyðadómin og hava fingið avvíst kæruna, er ikki greitt, um teir verða avrættaðir. Marokko hevur nevniliga ikki avrættað nakran deyðadømdan síðan 1993.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder