Uttanlands

Drápsmenninir filmaðu illgerðina í Marokko

Andstyggiligar filmsupptøkur av morðunum lagdar út á internetið, upplýsti Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi í morgun

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-20 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Filmsupptøkur eru av hendingini, tá ein donsk og ein norsk kvinna á ferð í Marokko vórðu dripnar fyrr í vikuni.

Tað upplýsti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, tá hann í morgun helt tíðindafund um hendingina.

Forsætisráðharrin fordømir hendingina, sum nú vísir seg at hava samband við yvirgang. Gerningsmenninir skulu hava tætt samband við IS yvirgangsfelagsskapin.

Les eisini: Drápini í Marokko var yvirgangur

- Nógv týðir upp á, at ræðuligu morðini vóru ein yvirgangsatsókn. Hetta byggi eg á, at marokkanskir myndugleikar siga, at ein handtikin maður hevur samband við víðgongdan felagsskap, segði forsætisráðharrin í dag.

Á tíðindafundinum greiddi hann frá filmsupptøkunum, sum hava ligið á netinum. Tað er tó ikki áttað, at upptøkurnar eru ektaðar.

- Talan er um eitt óvanliga andstyggiligt mál um dráp á tvær ósekar ungar kvinnur. Hóast brotsverkið er framt langt heimanífrá, so er tað eitt mál, sum donsku myndugleikarnir taka í størsta álvara. Ríkisløgreglan, og PET-fregnartænastan eru í sambandi við myndugleikarnir í Marokko, og vit fylgja málinum gjølla, segði Lars Løkkr Rasmussen.

Eftir drápið er ein maður handtikin í frítíðarbýnum Marrakesh, og handtøkuboð eru send út eftir trimum øðrum monnum eisini.

24 ára gamla danska kvinnan, Louisa Vesterager Jespersen, og 28 ára gamla norska vinkona hennara, Maren Ueland, vórðu mánadagin funnar í Toubkal fjøllunum nærhendis fjallabygdina Imlil, sum er eitt vælumtókt ferðafólkamál.

Kvinnurnar vóru á vallaraferð um jólini, og vóru farnar til gongu uttan ferðaleiðara.

Danska uttanríkistænastan ræður nú ferðafólki frá at fara einsamøll út at ganga í fjøllunum í Marokko, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder