Innanlands

Dronur hjá ferðafólki vóru til ampa á Trøllanesi

Tað eru nakrar serstakar reglur viðvíkjandi dronuflúgving í Føroyum - løgreglan upplýsir, at higartil er bert ávaringar givnar, men í framtíðini verður talan um bøtur

Løgreglan tók ímóti ferðafólkunum, tá tey komu av Kalsoynni í gjár

Løgreglan tók ímóti ferðafólkunum, tá tey komu av Kalsoynni í gjár

2019-08-01 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at í gjár vóru tvær dronur yvir Trøllanesi, ið vóru til ampa fyri íbúgvar í bygdini. Talan var um ferðafólk, ið áttu og stýrdu dronunum. Boðað var løgregluni frá, og tá ferðfólkini komu av Sam í Klaksvík, stóð løgreglan fyri teimum.   

Tey fingu eina álvarsliga átalu, tí tað er ikki loyvi at flúgva við dronu yvir bygd øki í Føroyum uttan loyvi frá donskum mynduleikum. Tað eru sera fá, ið hava hetta - bæði tá talan er um íbúgvar í Føroyum og ferðafólk, upplýsir løgreglan. 

Til ber heldur ikki at flúgva við dronu 5 kilometrar ella styttri frá flogvallum ella tyrluplássum - í fleiri øðrum londum er hetta kravið ikki; tá skal ein drona bert vera í mesta lagi vera 200 metrar uppfrá. 

Løgreglan upplýsir, at ferðafólkini í hesum førunum fingu eina álvarsliga átalu, men at tað harfrá verður givið bøtur fyri líknandi hendingarnar við dronu. Talan er um í minsta lagi 2000 krónur í bót. 

Rættað: 02/08 - 11.20




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder