2018-08-11 19:16
- Til dronuførarar við “dronebevis": Er tú ein av teimum mongu ið hava fingið hetta prógv vilja vit minna tykkum á, at hetta bert er galdandi í Danmark eftir teirru nýggju lógini.
Tað upplýsir løgreglan í dag.
- Eitt "Dronubevis" er ikki nógmikið at flúgva í bygdum øki í Føroyum og heldur ikki nógmikið í mun til vinnuliga flúgving. Tað er bert ein galdandi "Dispensatión" frá Trafik- og Byggestyrelsen, sum kann brúkast.
- Ein partur av at fáa “dispensatión" er, at tú fært tær “dronubevis". Trafik- og Byggestyrelsen er galdandi myndugleiki á hesum øki, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald