Uttanlands

Drotningin heldur tíðindafund í dag

Hetta er fyrsti tíðindafundur hjá Drotningini eftir at Henrikkur prinsur andaðist

2018-08-16 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag fer drotning Margreta at halda tíðindafund á vínslottinum Cayx í Fraklandi. Hetta verður fyrsti tíðindafundur hennara eftir at Henrikkur prinsur andaðist tann 13. februar.

Drotningin og prinsurin høvdu til siðvenju at bjóða donsku og fronskum miðlum á Cayx vínslottið í august á hvørjum ári, har tey fortaldu um tað sum fyrifórst í kongahúsinum, og har fjølmiðlarnir kundu spyrja inn til prinsarnar og prinsessurnar.

Nøkur ár eru liðin síðani seinasta tíðindafundin á Cayx vínslottinum, men í dag verður aftur bjóða inn. Hesin tíðindafundurin verður gjørdur í samband við at franski forsetin, Emmanuel Macron, vitjar í Danmark 28. til 29. august, skrivar TV2.

Hetta er sum nevnt fyrsti tíðindafundur síðani Henrikkur prinsur andaðist, og harvið fyrsta høvið hjá Drotningini at tosa alment um deyða hansara og hesa seinastu tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder