Uttanlands

Drotningin hevur góðtikið ynskið hjá Heindriki prinsi um gravstað

- Hann var eitt frítt menniskja, sigur Margreta drotning

Fyri fyrstu ferð síðani Heindrikur prinsur doyði, hevur Margreta drotning hildið tíðindafund. Tað var á vínslottinum Cayx í Fraklandi fyrr í dag (Mynd: Ritzau Scanpix)

Fyri fyrstu ferð síðani Heindrikur prinsur doyði, hevur Margreta drotning hildið tíðindafund. Tað var á vínslottinum Cayx í Fraklandi fyrr í dag (Mynd: Ritzau Scanpix)

2018-08-16 17:45 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað vakti ans bæði í Danmark og kring heimin, tá ið Heindrikur prinsur í august 2017 boðaði frá, at hann ikki ynskti at verða jarðaður við síðuna av Margretu drotning í Roskilde Dómkirkju, sum siður annars er.

Men drotningin varð noydd at góðtaka avgerðina hjá Heindriki, segði Margreta drotning á tíðindafundi á vínslottinum Château de Cayx í Fraklandi í dag.

- Hann var jú eitt frítt menniskja, og tað var hansara avgerð. Tað góðtók eg jú, segði drotningin.

Siður hevur annars verið í fleiri hundrað ár, at donsku kongshjúnini verða jarðað saman. 

Ynskið hjá Heindriki prinsi var tó at verða kremeraður, og at helvtin av øskuni skuldi spjaðast í danska havið, og hin helvtin skuldi verða sett niður í eina urnu í privata havanum í Fredensborg Slotshave.

Øskan er tó ikki spjadd enn, sigur Margreta drotning. 

- Tað fer at henda, men vit eru ikki komin til alt enn, segði drotningin sambært sermitsiaq.ag.

Í dag var fyrstu ferð, at Margreta drotning helt tíðindafund, síðan Heindrikur prinsur andaðist í februar, og tí var tað somuleiðis fyrstu ferð, at drotningin tosaði alment um deyða Heindriks, og hvussu tíðin hevur verið eftirfylgjandi.

Les eisini: Margreta drotning: - Eg eri heppin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder