Mikudagin boðaði Kongshúsið frá, at Margreta drotning hevði fingið staðfest koronu dagin fyri, og í gjár slapp hon úr aftur sóttarhaldinum.
– Eftir at hava havt eina milda sjúkugongd við koronu, hevur ein lækni í dag mett, at hennara hátign drotningin kann fara úr sínum sóttarhaldi, skrivaði Kongshúsið í gjár sambært Ritzau.
Eftir ætlan skuldi 81 ára gamla drotningin verið farin í vetrarferiu í Noregi síðsta mikudag, men hetta varð sjálvsagt av ongum.
Drotningin er koppsett fyri koronu tríggjar ferðir. Hon fekk fyrsta prik 1. januar í 2021, og síðst í november váttaði hon, at hon hevði fingið triðja prikið.
Hetta er triðju ferð, at danska kongshúsið er rakt av koronu. Christian prinsur var smittaður í desember 2020, og mamma hansara, Mary krúnprinsessa, fekk staðfest koronu í desember í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald