Innanlands

Drúgvur dagur í tinginum í dag

13 mál eru á skránni til tingfundin í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-17 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagurin í dag verður drúgvur á løgtingi. Ikki færri enn 13 mál eru á skránni fyri løgtingsfundin, sum eftir ætlan verður settur klokkan hálvgun tíggju í dag.

Ætlanin var annars, at løgtingið skuldi fara í jólastøðg fríggjadagin, men tað gjørdist av ongum. Neyvan verður fundurin í dag heldur hin seinasti undan jólum, tí fleiri mál eru, sum skulu hava fleiri viðgerðir fyri at kunna avgreiðast.

Fyrst á skránni eru trý mál, sum skulu til triðju og endaligu viðgerð og atkvøðugreiðslu. Vanligt er ikki, at nógv kjak er um mál til triðju viðgerð, men tað kann koma fyri. Tey mál, sum skulu avgreiðast fyrst á fundinum er uppskot til eykafígggjarlóg fyri 2018, sum er eitt uppskot um at áseta tvær játtanir, ið fíggjarnevndin hevur givið við fíggjarnevndarskjali, málið um at loyva Sev at taka minni fyri streymin hjá kundum, ið hava hitapumpu og elbil, eitt mál um matstovu- og gistingarhúsvirksemi og eitt mál um at seta á stovn eina tónleikaútflutningsstovu.

Síðan eru aðru viðgerðir av sjey málum. Teirra millum eru tvey mál, sum Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna hevur reist, og sum verða metta at vera mál, sum tingkvinnan hevur fingið lovað undirtøku fyri frá samgonguni aftur fyri at hon skal atkvøða fyri.

Talan er um eitt mál til tess at tryggja, at sjúka í frítíð ikki telur við sum frítíð, og eitt mál um at hækka familjuískoytið til tess at bøta um fíggjarligu korini hjá serliga barnafamiljum.

Til aðru viðgerð er eisini málið um einskiljing av Pf. Postverk Føroya og so stóra málið um fíggjarlógina fyri 2019.

Les eisini Ósømilig íblandan í fíggjarnevndararbeiðið 

Tá fíggjarlógin er atkvødd ígjøgnum fyrru ferð, er eftir ætlan tvær fyrstu viðgerðir av málum, sum landsstýrið, landsstýrismaður legði fram fríggjadagin.

Talan er um at leingja fiskidagaskipanina, so hon verður galdandi í 2019 eisini, og málið um at siga upp Hoyvíkssáttmálan. Hesi málini skulu hava viðgerð í ávikavist vinnunevndini og uttanlandsnevndini, áðrenn tey kunnu leggjast fyri løgtingið aftur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder