2018-11-26 07:35
Í samband við nýggju Barnasangbók Føroya, sum verður latin øllum nýføðingum og ættleiddum frá 1. januar, eru taskur handseymaðar, sum bókin veðrur latin í.
Tað eru fólkini í Dugna, sum hava ment lítlu taskuna. Taksan er ein handseyma unika-taska, sum føroyingar, ið til dømis eru á fyritíðarpensjón, sita og seyma til tey smæstul, skrivar Mentamálaráðið.
Alt toyið er væl vaskað endurnýtslutoy – til dømis gamlir dúkar, gardinur og telt frá festivalunum – sum nú verður endurnýtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald