Innanlands

Dulnevndur sjómaður spyr: - Tørvar tær eina hjálpandi hond?

Ein sjómaður, ið vil vera ónavngivin, bjóðar seg nú fram at hjálpa fólki, ið hava tørv á tí

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2018-09-15 09:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ein dagføring frá einum sjómanni á Facebook hevur nú fingið bein at ganga á. Maðurin bjóðar seg nevniliga dulnevnt fram at hjálpa fólki, ið hava tørv á einari hjálpandi hond.

- Eg eri ein giftur maður og pápi, sum siglir úti helvtina av árinum. Tað vil siga at eg havi góða tíð, tá eg eri heima, og tað vil eg gjarna útnytta til at hjálpa fólki, sum veruliga hava brúk fyri tí. T.d. eldri fólk, sum ikki hava somu orku sum áður, ella onnur, sum av ymsum orsøkum sita illa í tí og hava brúk fyri eina hjálpandi hond. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar.

Dulnevndi maðurin sigur, at hann ger hetta ókeypis, tí hann heldur tað hava stóran týdning, at vit hjálpa hvørjum øðrum, uttan at mann noyðist at fáa nakað afturfyri.

- Hjálpin kann vera so ymisk, men eg hugsi mest húsligt arbeiði, so sum at vaska hús, rudda, keypa inn, gera mat, sláa gras, ganga túr við hundinum, tekniska hjálp (teldu, sjónvarp, telefon o.a), vaska bil o.s.fr. Faktiskt alt annað enn handaligt arbeiði, tí tað er ikki mín sterka síða, sigur maðurin. 

Les meira her

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder