Fjórða umfar av X Factor á danska TV2 er á skránni í kvøld. Og framvegis eru báðir føroysku luttakararnir millum tey seks, sum eru eftir.
Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá kunnu rokna við dyggum stuðuli í kvøld.
Fyri fyrstu ferð hevur Tina pápa sín, Henrik Mellemgaard, til staðar í salinum. Henrik er sjómaður, og hevur ikki havt møguleika at vera til staðar tá sendingin í Brøndby fer fram, fyrr enn nú.
Og hann hevur eisini mammu sína, donsku ommu Tinu, við sær. Tey eru væl mannað, Mellemgaard-familjan í kvøld. 16 í salinum og ein á pallinum.
Eisini Kári fær stuðul úr salinum. Konan og dóttirin, Áshild Jónsveinsdóttir og lítla Karin Sofía eru aftur komin til Keypmannahavnar í dag, og skeltið við "Kom så far" er við.
Eisini eitt, har tað stendur "Kom so Kári gubbi" verður at síggja í salinum í kvøld.
Atkvøðast skal eins og tað stendur á skíggjanum undir X Factor sendingini við at senda sms til 1234.
X Factor verður sent klokkan 19 føroyska tíð á danska TV2.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Filmstónleikur er á skránni í kvøld. Tina skal syngja sangin hjá Randy Newman "Same Girl" úr sjónvarpsrøðini Euphoria. Kári skal syngja "Rewrite the Stars", sum Zac Efron og Zendaya syngja í filminum "The Greatest Showman"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald