Uttanlands

EBU vil koyra hvítarussiska kringvarpið úr samstarvinum

Nevndin í European Broadcasting Union, sum m.a. skipar fyri Eurovision sangkappingini, heldur ikki, at hvítarussiska kringvarpið BTRC stuðlar grundvirðunum hjá samstarvinum um talufrælsi, óheftni og ábyrging

Mótmæli byrjaðu í Hvítarusslandi eftir valið í fjør, og hildið verður á at mótmæla móti hvítarussiska stýrinum í m.a. Póllandi og Ukraina (Mynd: EPA)

Mótmæli byrjaðu í Hvítarusslandi eftir valið í fjør, og hildið verður á at mótmæla móti hvítarussiska stýrinum í m.a. Póllandi og Ukraina (Mynd: EPA)

2021-06-02 19:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvítarussiska kringvarpið BTRC verður nú koyrt úr evropeiska sjónvarpssamstarvinum European Broadcasting Union (EBU), sum eitt nú skipar fyri evropeisku sangkappingini Eurovision Song Contest. Tað avgjørdi nevndin í EBU á fundi fríggjadagin.

EBU hevur havt neyvt eftirlit við niðurberjingini av frælsinum hjá miðlum í Hvítarusslandi, og hevur EBU áhaldandi heitt á BTRC sum lim í EBU um at standa við grundvirðunum hjá stovninum um talufrælsi, óheftni og ábyrging, sigur EBU í tíðindaskrivi.

Eftir umstrídda valið á sumri í fjør hevur EBU eisini virkað fyri óheftum journalistikki og talufrælsi í Hvítarusslandi, og hevur EBU alment verið úti og víst tíðindafólkum á BTRC stuðul, tá tey hava mótmælt uppílegging hjá stjórnini.

Eisini hevur verið fylgt við tíðindaflutninginum hjá BTRC, og seinastu vikurnar hevur tað verið serliga ørkymlandi at sæð samrøður, sum tykast at verða gjørdar undir tvingsli, sigur EBU.

Sum skilst verður her sipað til eina samrøðu við andstøðustríðsmannin Roman Protasevitj, sum fyri hálvariaðru viku síðani varð handtikin, tá eitt flogfar hjá Ryanair varð noytt at millumlenda í Minsk.

Nevndin hevur ikki annað val enn at mæla til, at hvítarussiska kringvarpið verður koyrt úr samstarvinum, sigur EBU. BTRC hevur nú tvær vikur til at koma við einum svari, áðrenn stovnurin formliga verður koyrdur úr samstarvinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder