Mentan

Edith Mørkøre sýnir fram í Saltangará

Til og við 3. juni verður grafikk-framsýningin hjá Edith Mørkøre at síggja í ovaru hæddini á Café Cibo

2021-05-15 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum er grafikk-framsýning við verkum hjá Edith Mørkøre á ovaru hæddini í Cafe Cibo í Saltangará.

Talan er um søluframsýning við bæði stórum og smærri verkum.

Við á framsýningini eru verk, har listakvinnan í koronatíðarskeiðinum hevur verið hugtikin av vøkstri, fuglum og friðinum úti í Føroysku náttúruni. Flestu verkini eru monotypiir, ið merkir, at tað einast finst eitt eintak av hvørjum.

Framsýningin hongur uppi til og við 3. juni.

Opið er soleiðis:

  • Mánadag: 11.30-21.00
  • Týsdag: 11.30-21.00
  • Mikudag: 11.30-21.00
  • Hósdag: 11.30-21.00
  • Fríggjadag: 11.30-22.00
  • Leygardag: 11.30-22.00
  • Sunnudag: 11.30-21.00
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder