Páll á Reynatúgvu, tingformaður og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur gjørt av ikki at fara til døgurða, sum krúnprinsurin hevur boðið honum til umborð á Dannebrog. Páll á Reynatúgvu vildi eiheldur fara til líknandi døgurða, tá drotningin skipaði fyri honum.
Tingformaðurin hevur fingið nógvar ábreiðslur fyri hetta, eisini innanfloks, og næstur í røðini við atfinningum er Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum uppáheldur, at tað hoyrir ongastaðni heima, og tingformaðurin forsømir sína skyldu.
- Øll vita, at ein løgtingsformaður er ein neutralur persónur, ið Løgtingið velur. Hann hevur hægstu tign Føroya, og tí hevur hann eisini skyldu til at umboða Løgtingið í einum og øllum. Tí er tað ein feilur, um ein løgtingsformaður noktar at umboða Løgtingið, tí at hann av síni egnu politisku hugsan hevur okkurt ímóti kongshúsinum. Hetta hoyrir ongastaðni heima, sigur Edmund Joensen í lesarabrævi, sum er sent til miðlarnar.
Edmund Joensen vil vera við, at tey, sum valdu løgtingsformannin við sjálvsøgdu skyldum hansara, høvdu helst hugsað seg um fleiri ferðir, um tey tá høvdu fingið upplýst, at formaðurin ikki vildi røkja sínar skyldur.
- Í øðrum londum er tað ein sjálvfylgja, at tingformenn, forsætisráðharrar, forsetar og onnur við hægstu tign taka ímóti einari drotning, einum krúnprinsi ella einari krúnprinsessu. Aðrastaðni skilja tey ikki hetta, og hetta er pínligt fyri føroyingar. Hví skal hetta nú gerast ein øvug siðvenja í Løgtinginum?
- Helst má tað verða soleiðis, at løgtingsfólk mugu greiða fryntligu gestunum frá, hví Løgtingsformaðurin ikki vil seta fót sín á dekkið á kongaskipinum. Tað er burturvið, at slíkt skal raka løgtingsfólk og føroyingar allar. Hetta eru smádreingjalótir, leggur løgtingsmaðurin Edmund Joensen afturat í lesarabrævi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald