Uttanlands

Edmund Joensen fingið fleiri álitissessir

Hann gerst formaður í Føroyanevndini og næstformaður í Arktisku delegatiónini. Eisini gerst hann limur í Norðurlandaráðnum, sum hevur við sær at Føroyar fær eitt eyka umboð

2019-08-11 13:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum hevur danski Vinstra flokkurin hildið summarfund, har allir nevndarsessir skuldu avgerast og mannast. Sambandsflokkurin hevur samstarvsavtalu við Vinstra, tískil var Edmund tilstaðar á summarfundinum har sessirnir vóru mannaðir.

Á fundinum var avgjørt at Edmund Joensen gerst formaður í Føroyanevndini og næstformaður í Arktisku delegatiónini. Eisini var avgjørt at hann gerst limur í Norðurlandaráðnum, sum hevur við sær at Føroyar nú fær eitt eyka umboð í Norðurlandaráðnum, umframt teir tveir sessirnir Løgtingið mannar. 

Umframt hetta verður Edmund limur í Grønlandsnevndini, og Udenrigspolitisk Nævn sum var avgjørt fyri tíð síðani. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder