2018-08-23 11:29
Fyri einum ári síðani kunngjørdi Russland, at Abu Bakr al-Baghdadi mest sannlíkt varð deyður eftir eitt russiskt loftálop á IS-borgina Raqqa í Sýria.
Men nú hevur leiðarin í Islamiska Statinum fyri fyrstu ferð í 11 mánaðir givið lívstekin. Talan er um eitt 54 minuttir langt ljóðband, sum IS hevur lagt út á síðan miðil.
Á ljóðbandinum viðmerkir al-Baghdadi aktuellar hendingar, m.a. borgarakríggið í Sýria, stríðið millum USA og Turkaland og fongslingina av amerikanska prestinum Andrew Brunson.
Al-Baghdadi sigur, at USA í løtuni fer gjøgnum sítt harðastu tíðarskeið nakrantíð.
IS hevur mist 90 prosent av tí landaøki, sum tað hevði ræði á í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald